Kunning í samband við Mínrokning gjaldsyvirlit

Sum peningastovnur vilja vit gera okkara fyri at at verja umhvørvið. Sum liður í hesum gevast vit við at senda gjaldsyvirlit út sum bræv. Gjaldsyvirlitið kann síggjast í MínRokning (www.minrokning.fo). Til ber at rita inn í MínRokning við Nem-ID og Samleikanum.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kundatænastuna á tel. 348000.


Minst til at melda til 3D Secure

Keypir tú á netinum?
Frá januar 2017 varð kravt, at Dankort eru tilmeldað 3D Secure trygdarloysnina, tá keypt verður á netinum. 3D Secure er eitt felags heiti fyri Verified by Visa, MasterCard SecureCode og Dankort Secured by Nets.
Fyri kundar í Betri Banka er bert neyðugt at ringja til Kundatænastuna og upplýsa fartelefonnummarið, ið skal knýtast at skipanini. 3D Secure verður virkið ein arbeiðsdag eftir, at tað er skrásett í bankanum.

Nettrygd
Her finnur tú góð ráð og vegleiðing um nettrygd og um at handla trygt á netinum: cert.dk, og Trygd í Netbankanum
test