Tryggari at innrita í Netbankan
Nýggj trygdarkrøv frá ES hava við sær, at trygdin í Netbankanum verður økt tann 14. september. Í tí sambandi eru tvær broytingar, ið ávirka teg:
1. Tú skalt bæði brúka loyniorð og NemID-lykil, tá ið tú ritar inn í Netbankan.
2. Ert tú privatkundi, verður tú sjálvvirkandi útritaður úr Netbankanum, um tú hevur verið óvirkin í 5 min. Ert tú vinnukundi, verður tú útritaður eftir 30 óvirknar minuttir.
NemID-lyklaappin ger tað lættari at brúka Netbankan
Um tú hevur NemID-lyklaappina á telefonini, er tað lættari at rita inn í Netbankan. Appin er eins trygg og vanliga lyklakortið, og tú sleppur undan at hava kortið við tær.
Legg til merkis, at NemID-lyklaappin finst í tveimum útgávum - ein til privat NemID og ein til vinnulig, starvsfólka NemID.
Innrita í netbankan
|