Tryggari Netbanki við NemID

Trygdin í tínum netbanka verður uppstigað við at NemID skipanin verður tikin í nýtslu.


Danskt NemID
Ert tú ein av teimum, sum hevur eitt virkið danskt NemID og ptal, hevur givið samtykki og peningastovnurin hevur skrásett títt cpr-nummar, kanst tú innrita við tínum verandi NemID.

Hetta er innritan í netbankan á gamlan hátt. Um tú vilt innrita við NemID, vel leinkju "Innrita NemID"

Innrita í netbankan

Netbankin snøggari snið til teldu og teldil

Nú er nýtt snið í Netbankanum til teldu og teldil tikið í brúk.
Nýggja sniðið er snikkað við støði í sniðinum á Netbankanum sum app (snildfon), soleiðis at tú kennir teg aftur í Netbankanum, uttan mun til um tú ert á Netbankanum á teldu/teldli ella snildfon.
Við nýggja sniðinum kanst tú avgreiða tíni bankaviðurskiftir við færri músaklikkum og lættari ferðast í valmyndunum og bygnaðurin og sniðið samsvara nú í størri mun við snið og bygnað á heimasíðum, sum fólk vitja dagliga.
Nýggja sniðið er ein dagføring, sum merkir at teldan skal vera dagførd til eina av nýggjaru útgávunum av kaga, eitt nú Google Chrome 36.0 ella 35.0, Internet Explorer 9 ella10, Firefox 31.0 ella 30.0 ella Safari 7.0 ella 6.1.
Eingin broyting er í innritan og funkum annars. Flytingar o.a. verða avgreiddar á sama hátt sum áðrenn.
Nýggja sniðið og nýggi bygnaðurin eru galdandi fyri netbankar hjá privat- eins og vinnukundum.
Minnst til at í Netbankanum kanst tú melda til Netbankan sum app og Swipp.
Somuleiðis kanst tú melda teg til Boðtænastuna og fáa sms-boð, tá ið lønin kemur á tína kontu.

test